Navn
|
Bústaður
|
Telefon
|
Mynd
|
Lýsing
|
| Á Røðini vestanfyri Trongisvág.Á Røðini vestanfyri Trongisvág | Røðin
Trongisvágur | |  | Á Røðini er sera vakurt stað á eggini við Trongisvágsbotn. Gangast kann til staðið, gøtan gongur mót vestri og byrjar við munnan á Hvalbiartunnlinum á syðru síðuni. Eitt skelti vísir veg, har stendur "Kikarin". Gøtan endar tó langt áðrenn ein kemur til staðið. Restina av túrinum kann ein fylgja "prestunum" (træpinnar) sum eru settir niður í jørðina, fyri at tað skal vera lættari at finna vegin fram. Um summarið er ein kikari settur upp á Røðini, og tí verður staðið eisini rópt Kikarin. |
| Akraberg.Akraberg | Akrabergsvegur
Akraberg
(2 km from Sumba) | |  | Akraberg er eitt vakurt stað syðst í Suðuroynni, 2 km í ein landsynning av Sumba. Har sæst sjónarringurin til nærum allar síðir uttan móti norði. Har er vakurt og nógvur fuglur heldur til har. Ein viti varð bygdur í Akrabergi í 1909. Ongin býr fast har nú, men vitapassarin hevur búð har til 1988, og áðrenn svarta deyða búðu frísar har. Ein vegur er frá Sumba til Akraberg. Flesjarnar síggjast úr Akrabergi, tær eru syðstu klettar í Føroyum. |
| Ásmundarstakkur.Ásmundarstakkur | Vestanfyri Sandvík
West of Sandvík | |  | Ásmundarstakkur er vestanfyri Sandvík. Ein smalur grúsvegur førir næstan allan vegin vestur til hetta vakra stað. Til ber sjálvandi eisini at ganga frá Sandvík. |
| Beinisvørð.Beinisvørð | | |  | Beinisvørð er vert at vitja. Beinisvørð er næsthægsta berg í Føroyum. Tað sæst best frá Hestinum sum er á veg millum Lopra og Sumba, um koyrt verður eftir gamla bygdavegnum. Beinisvørð sæst eisini frá Eggjunum við Vág og frá Lopranseiði. Til ber eisini at fara við ein siglitúr undir Beinisvørð. Spyr á Kunningarstovuni í Vági, tlf. 733090 ella Sigurd Gudmunsson, sum eigur bátin Scorpion, tlf. 213359. |
| Bóndahúsið uttan ánna Museum.Bóndahúsið uttan ánna Museum | Sandvík | +298 611080 |  | Bóndahúsið uttan ánna er bygdasavn í Sandvík, har ber til at síggja ymisk fornminni. Ring til Kunningarstovuna á Tvøroyri og hoyr nærri. |
| Bygda- og sjóvinnusavnið á Tvøroyri.Bygda- og sjóvinnusavnið á Tvøroyri | Doktaragøta
FO-800 Tvøroyri | +298 611080
+298 254941 |  | Bygdarsavn. Fornminnissavn. Savnið er í gomlu doktarahúsinum á Tvøroyri, sum varð bygt í 1852. Húsið hevur verið brúkt til nógv ymisk endamál: Læknabústaður og læknaviðtala, Kommunuskrivstova, Politistøð, Bókasavn, Skúlastovur, Posthús, Havnaskrivstova og nú er tað Fornminnissavn. |
| Eggjarnar.Eggjarnar | Sunnanfyri Vág. | |  | Eggjarnar eru beint sunnanfyri Vág. Har er sera vakurt útsýnið til vestursíðuna av Suðuroynni. Tú sært Lopranseiðið og Beinisvørð. Tú kanst ganga ella koyra niðan har. Vegurin byrjar á Eggjarvegi hinumegin land í Vági. Loranstøð var har fyrr, bygningarnar eru har enn. |
| Fámara.Fámara | Fámara
(Near Vágur) | |  | Fámara er eitt sera vakurt stað í ein útnyrðing av Vági. Vegurin norður í Botn og til Ryskivatn er sami vegur sum førir til Fámara tað fyrsta petti av vegnum. Koyrast skal eftir Bøgøtu í Vági, síðan eftir Skálavegi. |
| Fámjins Kirkja.Fámjins Kirkja | Fámjin | +298 611080 |  | Kirkjan í Famjin varð bygd í 1876,og er hvítkálka bæði innan og uttan.Tað fyrsta Føroyska Merkið hongur í kirkjuni,sum bleiv gjørt av tveimum lesandi: Jens Oliver Lisberg og Emil Joensen í 1919. Tó bleiv Merkið ikki góðkent fyrr enn 25. apríl 1940. Merkið verður heiðrað hvørt ár í Fámjin Flaggdagin 25. apríl. |
| Gallarí Oyggin og Standmyndir.Gallarí Oyggin og Standmyndir | Sjógøta 184
FO-800 Tvøroyri
http://www.oyggin.fo/
http://www.kunstrejser.net/ | +298 371669 |  | Gallarí, standmyndir, urtagarður og kafé. Eigari er Palle Julsgart.
Gallarí Oyggin, heimasíða http://www.oyggin.fo/
Kunstrejser: http://www.kunstrejser.net/ |
| Gamli Kongaligi Einahandilin - Museum, Pub og Kafé.Gamli Kongaligi Einahandilin - Museum, Pub og Kafé | Havnalagið
F-800 Tvøroyri
www.tfthomsen.com | |  | Hesin bygningurin er hin fyrsti, sum var bygdur á Tvøroyri, tað hendi í 1836, tá Kongaligi Einahandilin var bygdur á hesum staði. Tá einahandilin var avtikin í 1856 keypti danin Thomas Frederik Thomsen henda og aðrar bygningar á Havnalagnum. Ognirnar eru enn í somu familju. 5 ættarlið ræður nú yvir ognunum, oldurabbasonurin við sama navnið er stjóri og Anna Kirstin Thomsen, systir hansara tekur sær av dagligu umsitingini, hon hevur fingið fleiri heiðurslønir fyri ta arbeiði hon hevur gjørt við Pakkhúsunum, Seglloftinum og Krambúðini. Krambúðin - ella Pubbin, sum húsið vanliga verður nevnt av tvøráfólki, er eitt virkið hús, fólk fáa sær morgunmat her, seinnapartsdrekkamunn ella kanska okkurt sterkari seinni. Fríggjakvøld er ofta livandi tónleikur. Hesin spennandi bygningurin sigur ein part av Tvøroyrar søgu. Nógv gomul skjøl eru varveitt og bygningurin er friðaður, so alt sær út enn sum tað gjørdi fyrr. |
| Havgríms grøv - The Grave of Havgrímur.Havgríms grøv - The Grave of Havgrímur | Hov | |  | Grøvin hjá Havgrími í Hovi. Havgrímur var høvdingi í víkingatíðini. Hann ráddi yvir helminginum av oyggjunum í Føroyum. |
| Havgríms steinur - The rock of Havgrímur.Havgríms steinur - The rock of Havgrímur | | |  | Havgríms steinur og Leivur Øssursons steinur í Hovi. Havgríms steinur stendur uppi, tí Havgrímur doyði í kampi. Hann og Bresti drupu hvønn annan á Stóra Dímum. |
| Hovs Kirkja.Hovs Kirkja | FO-960 Hov
Faroe Islands | +298 373804 |  | Kirkjan í Hovi er ein gomul trækirkja við flagtekju. Hon varð fyrst bygd á Kirkjukletti í Vági í 1853. Í 1943 varð hon tikin niður og flutt til Hovs, har hon stendur enn. |
| Hvalbiar Kirkja.Hvalbiar Kirkja | FO-850 Hvalba
Faroe Islands | +298 375206 |  | Kirkjan í Hvalba var vígd 1935. |
| Hvalbiareiði.Hvalbiareiði | Eiðisvegur
FO-850 Hvalba | |  | Hvalbiareiði, sum eisini verður rópt Fiskieiði. Ein trappa er gjørd oman til sjóvarmálan. Hvalbingar róðu út frá hesum eiðinum fyrr. Nú er tað bert hendingaferð at tað verður róð út frá Hvalbareiðinum. Kópur heldur til við Fiskieiði. |
| Hvannhagi.Hvannhagi | | +298 611080 |  | Hvannhagi vann heiðurin fyri "Sermerkt náttúruøki" í "Umhvørvisátakinum 2008", sum Føroya Kommunufelag skipaði fyri.
Hvannhagi verður av Føroya Náttúru- og Umhvørvisverndarfelag mett at vera besta pláss í Føroyum til at skipa ein tjóðgarð. Vakurt útsýni er til Lítla og Stóra Dímun úr Hvannhaga. Tú kanst bert ganga til Hvannhaga. Set teg í samband við Kunningarstovuna á Tvøroyri, so kann hon skipa fyri ferðaleiðara til túrin, tlf. 611080. |
| Kirkjuvatn.Kirkjuvatn | Fámjin | |  | Kirkjuvatn er beint norðanfyri Fámjin, tað tekur stutta tíð at ganga til Kirkjuvatn. |
| Lítla Dímun.Lítla Dímun | Lítla Dímun
Faroe Islands
www.ldimun.com
ldimun@ldimun.com | |  | Lítla Dímun er einasta oyggj í Føroyum, har ongi fólk búgva. Hvalbingar eiga Lítlu Dímun og rópa hana oftast bara Oyggin. Hvalbingar eru á hvørjum ári úti í Oynni eftir seyði. Eisini gera teir túrar út í Oynna. Sí meira á heimasíðuni www.litladimun.com |
| Lopranseiði.Lopranseiði | | |  | Lopranseiði er vestanfyri Lopra, tá tú kemur úr Vági, skal tú fara til høgru beint áðrenn tú kemur til Lopra, áðrenn pyramidu formaða fjallið Kirvi. Tað tekur ikki langa tíð at ganga til Lopranseiði. Har er sera vøkur náttúra og einastandandi útsýni móti Lopransholmi og Beinisvørði og vestursíðuna av sunnara helmingi av Suðuroynni. Eitt hollendskt skip, Westerbeek, sigldi á land við Lopranseiði 2. sep. 1742. |
| Parkin á Sandinum.Parkin á Sandinum | á Sandinum
FO-900 Vágur | www.a-sandinum.com |  | Í parkini á Sandinum í Vági ber til at njóta vøkru náttúruna, ein stillan gongutúr ella sessast og njóta fría útsýnið yvir bygdina. |
| Porkeris Bygdasavn.Porkeris Bygdasavn | FO-950 Porkeri | +298 373176 / 266947 (Torgir) / 373850 (Magnus) |  | Fornminnissavn, bygdarsavn. Savnið er í gamla skúlanum í Porkeri, sum var bygdur 1888. Nógvir ymiskir lutir frá gerandislívinum, bóndalívinum og sjólívinum. Reiðskapur frá landbúnaði og frá bátum. |
| Porkeris Kirkja.Porkeris Kirkja | FO-950 Porkeri | +298 373185 |  | Kirkjan í Porkeri er ein av teimum elstu kirkjunum í Suðuroy. Hon var bygd í 1847 og er ein vøkur gomul trækirkja við flagtekju. |
| Ruth Smith Savnið.Ruth Smith Savnið | Vágsvegur 101
FO-900 Vágur
Føroyar | +298 597368 (Sólrun), 573044 (Maud), 213500 (Sævar), 282874 (Jákup) |  | Listasavn við málningum og tekningum eftir Ruth Smith. www.ruthsmithsavn.com |
| Sandvíkar Kirkja.Sandvíkar Kirkja | Sandvík
Suðuroy
Faroe Islands | |  | Kirkjan í Sandvík er flutt tvær ferðir. Hon varð fyrst bygd í Froðba í 1840, í 1856 varð hon flutt til nýggja býplássið á Tvøroyri. Gott 50 ár seinni varð kirkjan flutt til Sandvíkar og vígd í 1908. Sandvík kallaðist Hvalvík tá. |
| Savnið á Mýri - Gallarí, Museum, Kafé.Savnið á Mýri - Gallarí, Museum, Kafé | Stapavegur 1
FO-960 Hov
www.myrimuseum.com |
+298 254591 |  | Fiskastovan á Mýri er í Hovi. Tað er í gamla handlinum, sum fyrst stóð í Vági, vesturi á Gørðunum, men síðan bleiv flutt til Hovs. Í dag er tað gjørt í stand. Helvtin sær enn út sum handilin gjørdi, tá hann læt aftur, nógv gomul ting eru varveitt. Hin endin av húsinum er nýmótans og verður nýttur til listaframsýningar, kafé og annað. Loftið er eisini sett í stand. Skipað verður fyri gongutúrum til forn støð í Hovi. |
| Stabbagrót Froðba.Stabbagrót Froðba | | |  | Stabbagrót í Froðba. Tað ber eisini til at finna stabagrót onnur støð enn Froðba, eitt nú omanfyri Hov, um tú koyrir eftir gamla bygdavegnum millum Hov og Tvøroyri. Henda myndin er tikin á Froðbiarvegi. Eitt annað stað í Froðba, har forvitisligt stabbagrót er, er niðri við sjóvarmálan í Kúlugjógv. |
| Stabbagrót í Hovi.Stabbagrót í Hovi | Hovsegg
Hov | |  | Stabbagrót omanfyri Hov í Hovseggini. Sæst fram við vegnum, sum fyrr var einasti vegur millum Hov og Øravík, nú er tunnil eisini, sum tey flestu heldur brúka. Útsýni er eisini einastandandi vakurt frá hesum staði, stórur partur av syðru helvt av Suðuroynni sæst. Beint norðanfyri Hovsegg er eisini gott útsýni móti norði, har stórur partur av norðaru helvt av Suðuroynni sæst og útsýni til fleiri oyggjar er stórsligið. Í góðum veðrið sæst heilt norður til Norðuroyggjar. |
| Stóra Pakkhús - Mentanarhús og Sjósavn.Stóra Pakkhús - Mentanarhús og Sjósavn | Oyrarvegur 7
FO-900 Vágur | +298 733090/210438 |  | Stóra Pakkhús í Vági er eitt mentanarhús, sum verður nýtt til tiltøk av ymiskum slag í miðhæddini, har ein hugnalig kafé er. T.d. er onkuntíð konsert, fyrilestur, sjónleikur, veitslur o.a. Á ovastu hæddini er Sjósavnið, har skiftandi framsýningar eru. Í 2009 er framsýning av modellskipum úr Vági, sum gingu burtur ella vóru sokkin undir seinna heimskríggi. Upplatingartíðir: Týsdag-hósdag kl. 9-11 ella eftir avtalu við Kunningarstovuna á telefon 733090.
Heimasíða: www.storapakkhus.com. Tiltøk kunnu eisini verða lýst á www.sudurras.com, www.kunning.fo, www.visitsuduroy.fo |
| Sumbiar Kirkja.Sumbiar Kirkja | FO-970 Sumba | |  | Kirkjan í Sumba var vígd í 1887. |
| Tvøroyrar Kirkja.Tvøroyrar Kirkja | Kirkjubrekkan
FO-800 Tvøroyri | +298 611080 (Kunningarstovan), 371047 (Jónsvein Bech) |  | Tvøroyrar Kirkja er ein norsk trækirkja, sum er vígd í 1908. Kirkjan er stór og rúmar 5-600 fólkum. |
| Vágs Bygdasavn, Vágur and World War II.Vágs Bygdasavn, Vágur and World War II | Vágsvegur 101
FO-900 Vágur
Faroe Islands
www.vagsbygdasavn.com | |  | Vágs Sóknar Bygdasavn er savn, sum sýnir fram modellir av 9 sluppum og skipum úr Vági, sum gingu burtur undir seinna heimsbardaga. Poul Niclassen úr Vági gjørdi øll modell skipini og lat tey sum gávu til Vágs Sóknar Bygdasavn. Savnið heldur til í Gamla Skúla á Vágsvegi 101 í vestaru hølunum á veghæddini. Opið sambært avtalu. |
| Vágs Kirkja.Vágs Kirkja | Vágsvegur 34
FO-900 Vágur | +298 373062/733090 |  | Vágs Kirkja varð vígd 1939. |
| Vágseiði.Vágseiði | | |  | Vágseiði er vestanfyri bygdina Vág. Eitt sera vakurt stað, sum ofta verður brúkt sum motiv á málningum og myndum. Har er ofta brim. Vágbingar brúktu fyrr Vágseiðið til útróður. |