Sunnudagin 15. mai verður skipað fyri pílagrímsgongu í Suðuroynni. Í ár verður gingið úr Fámjin um Øravík til Túgvuna á Halgafelli og so aftur til Øravíkar. Bussur koyrir frá Bønhúsinum í Øravík kl. 9.30. Byrjað verður við stuttari gudstænastu í Fámjins kirkju kl. 10. Aftaná verður farið til gongu eftir varðagøtuni um Øraskarð til Tingstovuna, har vit eta matpakka, sum vit hava við okkum. Steðgað verður á ávísum støðum á leiðini. Síðan verður gingið oman til Øravíkar, har stutt gudstænast við altargongd verður í Bønhúsinum. Eftir gudstænastuna verður gingið út á Túgvuna á Halgafelli, sum er gamla navnið á Hovstúgvuni. Har verður endað við einum bønahaldi. Gingið/farið verður so aftur til Øravíkar. Tá verður høvi til at koma í Gistingarhúsið at eta eina døgurðamáltíð saman. Vænti at vit koma at enda um 4 – 5 tíðina. Av royndum og við ráðføring við onnur, verður talið av luttakarum avmarkað til 25. Tí er neyðugt við tilmelding. Tá ávísar útreiðslur eru í samband við tiltakið, rindar hvør luttakari 100 kr. Tey sum ynskja at verða við til døgurðan í Gistingarhúsinum rinda harumframt 100 kr. fyri mat. Drykkjuvørur eru ikki við. Tað keypir ein sær sjálvur. Tilmelding er hjá mær á telefon nr. 371047, sum umstillar til fartelefonina, um eg ikki eri á kontórinum, ella við at senda teldupost til jfb@folkakirkjan.fo í seinasta lagi 10. mai. Jónsvein Bech, sóknarprestur. |
| gongutúrur, pílagrímsferð, pílagrímar, pílagrímstúrur, Øravík, Fámjin, Hov, Suðuroy, Føroyar, Suðuroyar, Suðri, til suðriar, ganga, túr, bygdagøtan, tingstaðurin, varðagøtan, Jónsvein Bech, mai, 2011 |