Í Suðuroynni eru fleiri minnisvarðar reistir til minnis um tey fólk sum hava latið sítt lív á sjónum. Tey flestu eru sjómenn, men eisini onnur hava verið úti fyri druknivanlukku ella eru deyð umborð á skipi. Minnisvarðin í Vági Minnisvarðin í Vági er mitt í býnum á Vágsvegi, tætt við handilsmiðstøðina Torgið, og umleið hundrað metrar vestan fyri Vágs Kirkju. Minnisvarðin er ein standmynd úr kopari, ein kvinna sum heldur einum stýri. Aftanfyri standmyndina eru kopar plátur settar niður á jørðina við nøvnunum á teimum vágbingum, sum lótu sítt lív á sjónum. Minnisvarðin í Porkeri Porkeri hevur fleiri ferðir verið sera meint rakt av báts- og skipsvanlukkum, har fleiri porkenningar hava verið umborð og eru sjólætnir. Minnisvarðin er úr lagaðum gróti og stendur ovarliga í bygdini, á vegamótinum har ið vegurin út í Bø byrjar, og har tann gamli bygdarvegurin førir niðan til høvuðsvegin. Har er ein stórur minnisvarði mitt í við krossi á, og so fleiri smærri rundan um tann stóra, nøvnini á teimum sjólætnu standa á teimum smærru steinunum. Sí myndina til høgru her á síðuni. Minnisvarðin á Tvøroyri Minnisvarðin á Tvøroyri er úr føroyskum gróti, har er ein stórur steinur í miðjuni og so fleiri minni steinar runt um tann stóra. Tann stóri hevur kross og úr gulli ovast og so eina runda plátu. Minnisvarðin stendur eystarliga í bygdini, á tí ovara vegnum sum førir út til Froðba. Minnisvarðin í Hvalba Minnisvarðin í Hvalba er úr lagaðum gróti og stendur tætt við sjóvarmálan og havnina. Minnisvarðin sæst, tá ein koyrir eftir vegnum sum førir til Sandvíkar. Nøvnini á teimum sjólætnu standa á plátum, sum eru settar á minnisvarðan. Sí mynd til høgru her á síðuni. Minnisvarðin um Skaðagrindina í Sandvík Í Sandvík er minnisvarðir reistur til minnis um teir 14 menninar sum lótu lív í skaðagrindini í Sandvík í februar 1915, tá tveir bátar holvdust, meðan teir róku eina grind inn til Sandvíkar. Fýra av monnunum vóru úr Sandvík og 10 vóru úr Hvalba. |