Les meira á heimasíðuni hjá Gistingarhúsinum undir Heygnum. Gistingarhúsið liggur væl fyri í eystara endanum av Tvøroyri, á veg út til Froðba, tað er stutt til handils og fáir hundrað metrar til miðbýin. Tráðleyst internet. Sjónvarp og parabol. Eldsløkkiútgerð. Frítt útsýni er yvir Trongisvágsfjørð. Bátur og bátabrúgv hoyrir til húsini, fiskatráur, bjargingarvestar og heildraktir fáast til láns. Vaskimaskina, turkitrumla, puslipúta, barnasong og barnastólur eru eisini í húsinum. Niðasta hæddin er sera barnavinarlig, har kunnu børnini renna beint út á terassuna og grasfløtuna. Girðing er rundanum og lásið er ringt at lata upp hjá børnum.
Gistingarhúsið í Miðbrekku liggur mitt á Tvøroyri, tað er stutt til handils og náttarlív. Gistingarhúsið lat upp í 2008. Húsið er nýrenoverað. Á gistingarhúsinum eru 10 kømur í tveimum hæddum: 7 einkult kømur í ovaru hæddini og 3 dupult eru í niðaru hæddini. Í báðum hæddunum er køkur við stovu. Á miðhæddini eru 2 brúsur og 2 toilet. Á ovastu hæddini eru 3 toilet og 3 brúsur. Sjónvarp er á báðum hæddunum í stovuni. Øll kømurini verða leigaði út við innbúgvi, og hentleikar sum tráðleyst internetsamband og televarp er eisini í húsinum. Leigararnir hava eisini góðar umstøður til klædnavask, tí vaskirúm við vaskimaskinum og turkitrumlu er til taks í niðastu hæddini. Fleiri parkerings pláss hoyra til gistingarhúsið. Um veturin verður gistingarhúsið mest brúkt til skúlaheim til næmingar sum ganga á Heilsuskúlanum, um summarið verður gistingarhúsið í Miðbrekku brúkt til ferðavinnu.