Kolagrevstur í Føroyum gongur fleiri hundrað ár aftur í tíðina og hevur allur vinnuligur kolagrevstur í Føroyum veri í Suðuroynni. Framvegis í dag er kolagrevstur í Hvalba og hevur tú eisini møguleikar at vitja hesa forkunnugu vinnu. Gjørdir vera nú túrar inn í nýggja kolanámi, sum nú er áleið 50 metrar inn í fjalli. Víst vera tey amboð, sum brúkt vera til at høgga kol og greitt verður frá søguni um kolagrevstur í Føroyum. Tað er er Í/F Síging, sum stendur fyri túrunum og áhugaði kunnu ringja 237575 fyri at hoyra nærri. Myndir: Erik Christensen (tann ovasta og tann í miðjuni) og Eileen Sandá (niðasta myndin) |