Føroyskt / Færøsk / Faroese Danskt / Dansk / Danish Enskt / Engelsk / English
Kunningarstovurnar í Eysturoy / The tourist information centres in Eysturoy Norðoya kunningarstova / The tourist information centre in Norðoy Sandoyar kunningar stova / The tourist information centre in Sandoy Kunningarstovan í Tórshavn / The tourist information centre in Tórshavn Kunningarstovurnar í Suðuroy / The tourist information centres in Suðuroy Kunningarstovan í Vágum / The tourist information centre in Vágar
Heim Gisting Kunning Um okkum Suðuroy Føroyar Tiltøk
Tíðindasavn SU
Kort
Ferðasamband
Taxa, bussar og bilútleigan
Sjúkrahús, Løgregla
Matstøð
Vitjunarverd støð
Útferðir
Handlar vm.
Frítíðarítriv
Tónleikarar
Listafólk
Vígdis Sigmundsdóttir
Palle Julsgart
Lív í Baianstovu
Vert at vita
Peningastovnar
Bátahylar
Síðuyvirlit
Vígdis Sigmundsdóttir - Listakvinna í Suðuroy

Vígdis Sigmundsdóttir er fødd 1. mars 1934 og býr nú á Tvøroyri. Hon tók útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur í 1959 og starvaðist í 20 ár sum skurðviðgerðar sjúkrasystir á Randers Sygehus í Danmark. Í 1972 fór hon eina aðra kós og nam sær útbúgving sum innandura arkitekt frá Arkitektakademiet í Keypmannahavn. Tá maður Vígsdis andaðist í 1983, valdi hon at flyta aftur til Føroya at búgva, hon búsettist Havn, har hon fekk eitt nýtt starv sum innkeyps sjúkrasystir á Landssjúkrahúsinum. Hon stóð fyri øllum innkeypi av hospitals lutum til alt sjúkrahúsverkið i Føroyum. Saman við teldufrøðingi og 8 starvsfólkum, sum starvaðust undir Vígdis, upprættaði hon eina teldustýrda skipan sum stýrdi bílegging av vøru og útflýggjan av vøru til allar deildir á Landssjúkrahúsinum umframt at skipa fyri einum depoti til alt heilsuverkið í Føroyum.

Vígdis sigur, at í sínum listaliga virksemi hevur hon stóra nyttu av útbúgving síni í interiør design (innandura arkitekt), eitt nú komposisjón, farvulæru, perspektiv og fríhondstekning. Seinastu árini hevur Vígdis mest arbeitt við klippmyndum, hon hevur sjálv ment sín egna klippi teknikk. Motivið finnur Vígdis oftast í føroysku náttúruni, t.d. bygdir ella landsløg. Sí t.d. næstovastu myndina her á síðuni, har motivið er Sumba ella niðasta myndin sum vísir listarverk hjá Vígdis har evnið er Trongisvágsfjørður, Tjaldavík og Tjaldavíksholmur. 

Tað er ikki bara føroyska náttúran, sum Vígdis brúkar í sínum listarverkum. Kvæðini hava eisini hennara stóra áhuga og hevur hon t.d. gjørt eina myndarøð við 12 klippmyndum sum í stødd máta 100x70 cm, myndaevnið í hesum 12 listarverkunum er kvæðið Ormurin Langi eftir Jens Christian Djurhuus. Postverk Føroya keypti øll 12 listarverkini og brúkti tey til at prýða føroysk frímerki við í 2006, sí mynd her á síðuni. Hesar 12 klippmyndirnar hava eisini verði við til fleiri framsýningar, m.a. í Noreg í býunum Førde, Fjalar og Hyllestad. Í Íslandi vóru listarverkini við til mentunarnátt í Reykjavík, har Vígdis var boðin til saman við einum dansifelag. Myndirnar vóru hongdar upp og eini 70-80 fólk, øll í føroyskum klæðum, kvóðu Ormin Langa, meðan fleiri 100 íslendingar hugdi at. Myndirnar vóru eisini sýndar fram í Keypmannahavn, har Rotary hevði landsfund og evnið var víkingar. Tá var Postverk Føroya har við klippunum hjá Vígdis Sigmundsdóttir av Orminum Langa.

Annars hevur Vígdis havt listaframsýningar við øðrum klippmyndum í Føroyum, Danmark, Íslandi og Noregi. Vígdis fær onkuntíð vitjan av ferðafólki, sum fegin vilja heilsa uppá hennara og síggja hennara listarverk.

Myndin ovast til høgru her á síðuni av Vígdis er frá Vikublaðnum, januar 2008.

Les eisini grein er um Vígdis á Wikipedia.


Vitja hennara heimasíðu á : http://sigmundsdottir.dk/

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 
Visit Suðuroy - Tvørávegur 37 - FO-800 Tvøroyri - tlf. +298 611080 - fax +298 371814. - infotvoroyri.fo
Visit Suðuroy - Vágsvegur 57 - FO-900 Vágur - tlf. +298 239390 - infovagur.fo
Heimasíðuloysnin er veitt av Formula