Húsini hjá dansifelagnum "Jómsvíkingar" í Vági verða útleigaði til bólkar, tá felagið sjálvt ikki brúkar húsini. Best egnað til bólkar sum t.d. skúlaflokkar. Umleið 30 madrassur eru tøkar, dansistovan verður brúkt til sovisal um náttina, tey sum leiga húsini mugu sjálvi hava soviposar, handkløð vm. við sær. Góður køkur er í húsinum, 2 toilet og ein brúsa er eisini. Húsini liggja væl fyri eitt sindur eystanfyri miðbýin á Vágsvegi. Bíleggið pláss frá Mikalu í Trøðini á telefon +298 373353. Sí myndir av Jómsborg her á síðuni.