Arnfríð Vestergaard Hentze er bóndi í Sumba. Hvønn sunnudag í summar (2011) bjóðar hon fólki at koma við henni á gongutúr í haga hennara sum er kendur sum Gamli Løgmansgarðurin, her var løgmansgarður fyrr í tíðini, áðrenn hann var fluttur fyrst til Sandavágs og seinni til Havnar. Túrurin byrjar í Víkarbyrgi kl. 14 og endar umleið kl. 16. Smyril siglir suður kl. 11 úr Havn og er á Krambatanga kl. 13, so til ber hjá fólki norðanfjørðs at koma suður við Smyrli á middegi, og so koma ein gongutúr við Arnfríð og náa norður aftur kl. 17.30 av Krambatanga. Túrurin tekur umleið tveir tímar. Ein varðagøta er millum Víkarbyrgi og Akrar, tað er gamla postgøtan, men Arnfríð gongur túr gjøgum allir trýggir hagarnir, sum hon umsitur og ikki eftir varðagøtuni. Hagarnir eita Mittan Vík, Uttastipartur og Bláaberg. Uttastipartur verður eisini róptur Gjáirnar, tí har eru fleiri gjáir. Gjáirnar eita: Gjánarættsgjógv, Viðargjógv og Gjógvin Stóra. Ætlanin er at túrurin byrjar og endar í Víkarbyrgi. Til ber tó eisini at ganga úr Víkarbyrgi til Akrar og so koyra við bussi ella bili aftur til Víkarbyrgis. Tit skipa sjálvi fyri transporti til og frá Víkarbyrgi. Seyðurin sum er í hesum hagapartinum sær vanliga ikki fólk, og tí er sera týdnignarmikið at fólk gongur her av og á. Samstundis sum tit fáa eina góða uppliving í vøkru náttúruni, so hjálpa tit eisini bóndanum við at gera seyðin vanan við fólk. Ein partur av seyðinum gjørdist onkuntíð fyrr vargur, men gongutúrarnir fara at venja seyðin við fólk og harvið fyribyrgja at vargur kemur í aftur. Arnfríð fortelur søgur um tey ymisku støðini har gingið verður. M.a. kann hon vísa á hvar ið fólk hava skorið torv fyrr í tíðini. Vágbingar og porkeningar skóru torv á Grønunum, tey komu við bátum og løgdu at við Torvklett. Einaferð hendi ein syrgilig vanlukka, tá torvbáturin úr Porkeri sakk og allir menninir umborð doyðu. Vanlukkan hendi 22. juli 1952. Arnfríð kann eisini greiða frá um eina konu av Økrum, sum datt niður í eina gjógv meðan hon var uppá vegin, men hon kláraði sjálv at koma uppaftur. Hoyr um hesar og aðrar søgur á gongutúrinum millum Víkarbyrgi og Akrar við bóndanum úr Sumba. Tað er gott fyri likam og sál. Tilmelding er ikki neyðug. Kostnaður: Túrurin kostar 100 kr. fyri hvønn (Bólkar eru eisini vælkomnir at bíleggja túrin). Samband Um tit ynskja at tosa við Arnfríð um túrin, so er til at ringja til hana á telefon 254043. Tit kunnu eisini fáa samband við Arnfríð um tit eru á Facebook. Hon hevur stovnað síðuna "Bóndalív í Sumba". |
| túr, gongutúr, arnfríð, hentze, sumba, suðuroy, føroyar, ferðist í egnum landi, 2011, juni, juli, august, sunnudag, náttúra, frítíð |