Á hesi síðu kanst tú lesa um báthylar í Suðuroynni.
Tvøroyri Á Tvøroyri ber til hjá bátum at leggja at bryggju 3 støð: Inni við Naddodaneysti, sum er longri inni á Trongisvágsfirði, er pláss til umleið 15 bátar. Við Hvítanesbrúnna er pláss til umleið 10-15 bátar. Í bátahylinum í Tvøroyrar Havn, har er pláss til umleið 30 bátar, metir havnameistarin.
Fyri smærri bátar sum bert liggja í styttri tíðarskeið er ongin kostnaður fyri at liggja við bryggju á Tvøroyri, tó verður goldið fyri streymnýtslu.
Havnameistarin, Tvøroyrar Havn, hevur telefon 371 055.
Vágur Í Vági kunnu smærri bátar antin liggja við bryggju har vesturi við Garðabrúnna ella í Vágs Havn. Um bátarnir liggja undir liðuni á hvør øðrum er pláss fyri rættiliga nógvum við Garðabrúgv. Í Vágs Havn er gott pláss til nógvar bátar.
Smærri bátar (undir 4 nt.), sum liggja í styttri tíðarskeið, gjalda ikki havna- og brúgvagjald, teir gjalda bert fyri streym nýtslu.