Føroyskt / Færøsk / Faroese Danskt / Dansk / Danish Enskt / Engelsk / English
Kunningarstovurnar í Eysturoy / The tourist information centres in Eysturoy Norðoya kunningarstova / The tourist information centre in Norðoy Sandoyar kunningar stova / The tourist information centre in Sandoy Kunningarstovan í Tórshavn / The tourist information centre in Tórshavn Kunningarstovurnar í Suðuroy / The tourist information centres in Suðuroy Kunningarstovan í Vágum / The tourist information centre in Vágar
Heim Gisting Kunning Um okkum Suðuroy Føroyar Tiltøk
Hús og íbúðir
Ból & Biti
Gistingarhús
Hotel
Camping og tjaldingarpláss
Matmøðrafelagið
Skótahús
Jómsborg
Vesturhøll
Næmingaheim
Síðuyvirlit
Kamping og tjalding í Suðuroynni

Kamping í Trongisvági

Tvøroyrar kommuna vísir fólki til parkeringsøkið við ítróttarhøllina í Trongisvági, sí mynd, har kunnu rættiliga nógvir kampingvognar standa parkeraðir og fólkini hava atgongd til facilitetir, sum eru í ítróttarhøllini. Spyr teg fyri á Kunningarstovuni á Tvøroyri á telefon 611080, har kanst tú eisini gjalda fyri at nýta kampingøkið. Adressan hjá kampingplássinum í Trongisvági er: Smærugøta 7, 827 Trongisvágur. Gongugøta er frá ítróttarhøllini til viðalundina longri inni í Trongisvági, ein á rennur oman gjøgnum viðalundina og grillir eru tøkar. Kostnaður fyri húsvognar pr. nátt er kr. 150 íroknað el. Kostnaður fyri tjald pr. nátt er kr.100

Kamping í Vági

Skótahúsið í Vági er ovarliga í bygdini, Geilin 103, beint við viðarlundina. Har er náttúruvakurt og sera gott útsýni. Í Skótahúsinum eru allir hentleikar, sum kampistar kunnu nýta. Fólk kunnu seta tjald upp nærhendis og nýta hentleikarnir í Skótahúsinum við at gjalda fyri tað. Til ber eisini at sova inni í Skótahúsinum. Har er pláss til 115 fólk, harav 35 kunnu sova uppi á og 80 niðriundir. Á loftinum eru 9 kømur harav 8 smá og 1 størri, 2 fólk kunnu sova í teimum smáu kømurunum, meðan 4 fólk kunnu sova í tí størra kamarinum á loftinum. Niðriundir er stórur salur og har kunnu sum sagt upp til 80 fólk sova. Í Skótahúsinum eru 56 madrassur. Tú kanst bíleggja pláss til kamping í ella við Skótahúsið í Vági við at ringja til Maritu Vestergaard í Lágabø tlf. 574865 ella 374865. Teldupost adressan hjá Maritu er: mvil(a)email.fo

Kamping við telti í Fámjin

Í Fámjin kanst tú búgva í telti á bønum hjá Eirik Olsen og nýta hentleikar sum t.d. toilet og brúsu í húsinum, sum er á stykkinum. Har er slætt og turt og góður sólargangur. Sera vøkur náttúra er í Fámjin, lítil ferðsla og sera barnavinarligt. Kostnaðurin er 100 kr. fyri hjørt teltið. Er veðrið ringt, ber eisini til at finna eina loysn innandura, sigur Eirik Olsen. Bílegging á Kunningarstovuni á telefon 611080, t-post info@tvoroyri.fo ella við at ringja til Eirik á telefon 223925. Sí annars heimasíðu hansara www.guest-house.dk Viðmerkjast skal, at hvørki handil ella matstova er í Fámjin, Kaféin í Fámjin er opin eftir áheitan og annars alt summarið seinnapartar og til kl. 22 um kvøldið. 

 

Kamping í Sumba

kamping, camping, suðuroy, vágur, tvøroyri, trongisvágur, trongisvági, vági, telt, húsvognur, gisting, gista
 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 
Kunningarstovan í Suðuroy - Tvørávegur 37 - FO-800 Tvøroyri - tlf. +298 611080 - fax +298 371814. - infotvoroyri.fo
Kunningarstovan í Suðuroy - Vágsvegur 30 - FO-900 Vágur - tlf. +298 733090 - fax +298 733001 - infovagur.fo
Heimasíðuloysnin er veitt av Formula