| Pláss er fyri 4 næmingum, tó kunnu 3 ella tveir næmingar eisini leiga húsið. Húsini eru í 3 hæddum, samlaða búvíddin er 102 fermetrar. Í erva eru 4 kømur, harav eitt dupult og 3 einkult. Eitt baðirúm við brúsu er eisini á hesi hæddini. Í neðra eru stova, køkur, wc og gangur. Sjónvarp er í stovuni. Allir neyðugir hentleikar eru í køkinum, t.d. uppvaskimaskina, køliskáp og komfýrur. Frystiboks er í úthúsinum, sum er á sunnaru síðu av húsinum, fýrrúm og vaskirúm er eisini í úthúsinum. Húsini eru í friðarligum umhvørvi á Hamri í Hvalba. Stutt er til handils. Internet er í húsinum. Sí fleiri myndir á heimasíðuni: http://www.123hjemmeside.dk/summarhus/ - Um tit ynskja at leiga kamar við atgongd til restina av húsinum, vinarliga setið tykkum so í samband við eigaran á telefon 212309. |
| Skúlaheim, Næmingaheim, Kollegium, Kollegie, Kamar, Leiga, húsaleiga, Hvalba, Suðuroy, Suðri, Heilsuskúlin, næmingar |