Suðuroyggin er tann syðsta oyggin í Føroyum. Vit halda eisini, at hon er tann vakrasta og ein av grønastu oyggjunum í Føroyum. Íbúgvaratalið er umleið 5.000. Í Suðuroy eru 7 kommunur og 15 bygdir. Suðuroyggin er 166 km2 til støddar og tekur tað tveir tímar at sigla til oynna úr Tórshavn við M/F Smyril. Vel eina av leinkjunum vinstrumegin, um tú ynskir at lesa um kommunurnar, íbúgvaratalið ella síggja myndasavnið. |