Føroyskt / Færøsk / Faroese Danskt / Dansk / Danish Enskt / Engelsk / English
Kunningarstovurnar í Eysturoy / The tourist information centres in Eysturoy Norðoya kunningarstova / The tourist information centre in Norðoy Sandoyar kunningar stova / The tourist information centre in Sandoy Kunningarstovan í Tórshavn / The tourist information centre in Tórshavn Kunningarstovurnar í Suðuroy / The tourist information centres in Suðuroy Kunningarstovan í Vágum / The tourist information centre in Vágar
Heim Gisting Kunning Um okkum Suðuroy Føroyar Tiltøk
Tíðindasavn SU
Kort
Ferðasamband
Taxa, bussar og bilútleigan
Sjúkrahús, Løgregla
Matstøð
Vitjunarverd støð
Útferðir
Handlar vm.
Frítíðarítriv
Tónleikarar
Listafólk
Vígdis Sigmundsdóttir
Palle Julsgart
Lív í Baianstovu
Vert at vita
Peningastovnar
Bátahylar
Síðuyvirlit
Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir

Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir er fødd í Havn 1966 og eisini uppvaksin har. Hon býr í Vági saman við familjuni og er ein sera virkin listakvinna. Hon heldur til í Gamla Skúla á Vágsvegi 101 í niðaru hæddini, har hon málar sínar málningar. Uppiá er Ruth Smith Savnið, sum Aggi eisini tekur sær av saman við nevndini. Aggi hevur lært niðri og nomið sær listarliga útbúgving á Det Fynske Kunstakademi. Síðan hevur hon havt fleiri listaframsýningar bæði her heima og í útlondum. Aggi var eitt av listafólkunum til Heystframsýningina í Havn 27. september til 19. oktober 2008 í Listahøllini í Skipasmiðjuni. Til tað framsýningina var ein bóklingur gjørdur, og var tað ein av málningunum hjá Aggi, sum prýddi kápumyndina, heitið á málninginum er Dilsea Carnosa (Kjøtblað), sum er eitt slag av tara. Aggi letur seg m.a. innspirera av føroysku náttúruni, men tað eru ofta smálutir, fragmentir úr náttúruni, sum síggjast aftur í hennara verkum. Saman geva listaverk hennara eina heild. Aggi er eitt av listafólkunum sum verða viðgjørd í bókini "Livandi list - 49 nútíðar føroysk listafólk" hjá Inger Smærup Sørensen, sum kom út á heysti 2008. Í bókini stendur m.a. um listina hjá Aggi: "... Tað er áhugavert at spyrja, hvussu verkini hjá Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir merkja ístaðin fyri at spyrja, hvat tey merkja, tí hon serliga arbeiðir við tvídrátti, fragmentasjón og skiftandi sjónarhornum og støddum. Og tí sær veruleikan á ein øðrvísi hátt, vendir hon ta siðbundnu myndina av veruleikanum á høvdið og samstundis bjóðar hon okkara evnum at skilja myndina av...".

Í 2005 tá Margretha drotning og Heindrikur prinsur úr Danmark vóru og vitjaðu í Vági, vóru tey eisini inni á málara verkstaðnum hjá Aggi og hugdu eftir hennara málningum og prátaðu við hana. Tey fingu tveir málningar í gávu frá Vágs Kommunu, sum Aggi hevði málað. Tá nýggi Smyril kom til Føroya í 2005, sluppu fleiri føroysk listafólk at prýða skipið. Aggi var ein teirra. 8 málningar hjá henni hanga nærindis elevatorin, myndarøðin nevnist Carpe Diem. Á ovaru hæddini hanga tveir málningar, sum Aggi hevur málað, hesar hava fleiri av kommununum í Suðuroy latið sum gávu til Smyril. Hesir báðir málningarnir nevnast "The Land of Maybe", Aggi fekk íblástur til hesar málningar frá veðurkortum.

Heimasíðan hjá Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir: www.aggiasgeirsdottir.com

 

 
Heitið/Tittel/Title Málningur/Kunstværk Frágreiðing/Tekst/Text Ár/År/Year
BacchusEnglish: This painting is named after the Roman God of Wine, Bacchus. Føroyskt: Málningurin er uppkallaður eftir Bacchus, víngudinum.2008
Havið - The OceanMotivið til hendan málningin er havið, eins og heitið eisini ber boð um.2006
High Way2008
King of The BluesKing of the Blues er navnið á einari blómu, men Aggi hugsaði eisini um blues tónleikin, tá hon málaði hetta listarverkið.2008
No Title - Onki heitiðMix Media.2008
Onki heitið - No Title2008
PaxEnglish: Pax is the name of a flower, but it also means peace.
Føroyskt: Pax merkir friður, men er eisini navnið á einari blómu.
2008
Reyðhetta - Rødhætte - Little Red HootEnglish: The fairytale of The Little Red Hoot is Agge's favourite. However, a flower is also called by the same name. This painting is inspired by a fragment from the flower.
Føroyskt: Ævintýrið um Reyðhettu er yndisævintýrið hjá Aggi, men... Les meira
2008
 
Visit Suðuroy - Tvørávegur 37 - FO-800 Tvøroyri - tlf. +298 611080 - fax +298 371814. - infotvoroyri.fo
Visit Suðuroy - Vágsvegur 57 - FO-900 Vágur - tlf. +298 239390 - infovagur.fo
Heimasíðuloysnin er veitt av Formula