Húsið er í trimum íbúðum. Her eru myndir av stóru íbúðini, sum er á miðhæddini og á ovastu hæddini. Køkur og tvær stovur eru á miðhæddini. Stovurnar kunnu brúkast til kømur eisini. Tvey kømur eru uppiá loftinum, bæði hava tríggjar sengur, tað eina tó við tveimum vanligum og einari lítlari song. Allar 3 íbúðir hava sjónvarp við parabol og tráðleyst internet. |