Á hesum síðum kanst tú lesa um virkin listafólk í Suðuroynni og síggja myndir av einum úrvali av teirra listarverkum.
Ovasta myndin er listarverk eftir Vígdis Sigmundsdóttir, klippmynd av Sumba.
Standmyndina til høgru her á síðuni, við fuglunum, hevur Palle Julsgart, myndahøggari, gjørt. Umframt at vera myndahøggari/skulptør, er Palle eisini listamálari og so eigur hann eisini Gallarí Oynna.