Føroyskt / Færøsk / Faroese Danskt / Dansk / Danish Enskt / Engelsk / English
Kunningarstovurnar í Eysturoy / The tourist information centres in Eysturoy Norðoya kunningarstova / The tourist information centre in Norðoy Sandoyar kunningar stova / The tourist information centre in Sandoy Kunningarstovan í Tórshavn / The tourist information centre in Tórshavn Kunningarstovurnar í Suðuroy / The tourist information centres in Suðuroy Kunningarstovan í Vágum / The tourist information centre in Vágar
Heim Gisting Kunning Um okkum Suðuroy Føroyar Tiltøk
  
Komandi tiltøk
Veðrið
Vælkomin til Suðuroyar

Landslagið í Suðuroy er sermerkt av djúpum firðum. Umframt framúrskarandi landslagið kann oyggin bjóða eitt breitt úrval av áhugaverdum tilboðum, frá søguríku Sandvík í norði til náttúruvøkru Sumba í Sunnan. Størstu býirnir, Tvøroyri og Vágur, liggja við vakrar firðir umgirdir av fjøllum.

Vegir eru millum allar bygdir og býir, og ganga hesir gjøgnum bergtakandi náttúrufyribrigdir. Norðastu bygdirnar, Hvalba og Sandvík, hava samband við hvørja aðra gjøgnum eitt av landsins elstu bergholum. Úr hesum bygdum er vakurt útsýni til Føroya einastu mannleysu oyggj, Lítla Dímun.

Hvalba er einasta pláss, har enn verður arbeitt "á kolinum".

Hov telist millum elstu bygdir í Suðuroy. Og var Hov høvuðssæti hjá Havgrími í víkingatíðini, sum eisini er grivin í Hovi.

Porkeri er kend fyri sína sermerktu og vøkru trækirkju frá 1847.

Sunnast á oynni liggur Sumba, ið fostrað hevur eitt av Føroya mætastu skaldum, Poul F. Joensen.

Á veg til og frá Sumba, eftir gamla fjallavegnum er  Beinisvørð, Føroya næsthægsta fuglabergið, 469 m høgt, sum alkent er fyri sín vakurleika.

Tá tygum koma til Suðuroyar, eru tygum vælkomin at vitja tær báðar kunningarstovurnar í oynni. Loyvið okum til at viðvirka at gera vitjan tygara ógloymandi. Á kunningarstovunum finna tygum mong góð tilboð um túrar, og vit eru fús at vegleiða og veita eina hjálpandi hond. Báðar Kunningarstovurnar eru í somu húsum sum býráðsskrivstovurnar eru.

Á síðuni Kunning finnur tú upplýsingar um millum annað matstovur, handlar, útferðir, gongutúrar, frítíðarítriv og vitjunarverd støð sum t.d. kirkjur, náttúra, listasøvn, bygdasøvn og fornminni.

Á síðuni Gisting finnur tú upplýsingar um ymisk sløg av gisting í Suðuroynni, t.d. summarhús, hotel, gistingarhús, skótahús, kamping og annað.

Faroe Islands, Suduroy, Kunning, kunningarstova, informatión, turistinformatión, vágur, tvøroyri, suðuroy, føroyar, smyril, feria, frítíð, ferðast, ferð, summarhús, hotel, B&B, vitjunarvert, savn, náttúra, hav, fjørður, vakurt, vøkur, uppliving, uppliva, suður, suðri, fólk, ferðafólk, turistur, turi
 
Nýtt
23-05-2012
Ítróttardagur í Sandavági
Árligi ítróttardagurin verður í ár hildin í Sandavági mikudagin 23 maj, og vilja vit við hesum bjóða vælkomið til øll, sum ætla at luttaka.


15-05-2012
Okkara Suðuroy 2. juni
Tiltøkini fevna um alla oynna og í Hvalba verður høvið at royna at síga á Hvalbiareiði.


22-05-2012
Lesiringurin á Klaksvíkar bókasavni
Lesiringurin hittist aftur 22. mai kl. 19.30 at tosa um skaldsøguna "Mrs. Dalloway hjá Virginiu Woolf. Skaldsøgan "Mrs. Dalloway" er ein av teim best kendu hjá Virginiu Wollf, og kom út í 1925


19-05-2012
Fyrilestur um Brúdleypið hjá Arnolfini
Til listaáhugað Leygardagin 19. mai kl. 15 heldur Nils Ohrt, savnsleiðari, fyrilestur í atelierinum hjá Edward Fuglø, Jústabrekku 2 í Klaksvík Listasavn Føroya


08-05-2012
Føroyakvøld - Kvøldseta í Dali
Fríggjakvøldi 18.mai verður Kvøldseta í Dali kl. 18-22. Kvøldsetan er almenn og kostar kr. 240/- pp. Tekningarlisti liggur á Sandoyar kunningarstovu tel. 361836 ella info@visitsandoy.fo (Kvøldsetan verður um min. 15 tekna seg)


Eldri tíðindi
Kunningarstovan í Suðuroy - Tvørávegur 37 - FO-800 Tvøroyri - tlf. +298 611080 - fax +298 371814. - infotvoroyri.fo
Kunningarstovan í Suðuroy - Vágsvegur 30 - FO-900 Vágur - tlf. +298 733090 - fax +298 733001 - infovagur.fo
Heimasíðuloysnin er veitt av Formula